- Eg og Liljan hava tosað saman í morgun, og vit eru samd um, at vit ikki taka nakað intiativ, tí nú kunnu vit bara bíða eftir Kringvarpinum, sigur Sigmund Poulsen, advokatur hjá Liljuni Weihe. Hann leggur afturat, at tey onki hava hoyrt frá kringvarpinum enn. Kári Sólstein, Kringvarpsstjóri, hevur sagt, at hann fer ikki at úttala seg um málið, tí talan er um starvsfólkamál.
Hann sigur eisini, at Liljan hevur fingið viðhald í, at tað ikki var rætt at flyta hana í nýggja starvið, tí tað lá ov langt uttanfyri starvsøkið. Tí fer Liljan Weihe aftur í starv sum tíðindaleiðari, um KVF ikki ger meira í málinum.
Les eisini: Her er niðurstøðan
- Um málið endar her, fer Liljan aftur í starv sum tíðindaleiðari, sigur Sigmund Poulsen, sum heldur tað vera meira enn ivasamt, um nakað grundarlag yvirhøvur er fyri at uppsiga Liljuni nú.
Sigmund Poulsen heldur tað eisini vera undarligt, at Mentamálaráðið sigur, at Liljan kundi flutt starv, um hon varð uppsøgd á nýggjan hátt.
- Niðurstøðan sigur, at tað ikki bar til at flyta hana uttanfyri starvsøkið, tí undrist eg á, at Mentamálaráðið kortini sigur, at hon kann flytast, um tað verður gjørt á ein annan hátt. Tey hava jú akkurát staðfest, at Liljan ikki kann flytast í eitt so øðrvísi starv, sigur Sigmund Poulsen.
Les eisini: Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum undrar advokat
Fyrr í dag segði Christian Andreasen, at hann helt at Mentamálaráðið átti ikki at heimvíst kæruni, tá tey siga tað vera proportionalt í ordan at flyta Liljuna í annað starv. Sigmund Poulsnen er als ikki samdur í hesari tulking av málinum. Hann heldur tvørtur ímóti, at Liljan hevur fingið fult viðhald í málinum.
- Vit kærdu um, at Liljan ikki kundi flytast í nýggja starvið, tí tað var ov langt uttanfyri hennara starvsøkið. Tað hevur Mentamálaráðið staðfest, at hon ikki kundi, sigur hann.
- Eg haldi eisini, at kemur tað so langt, at KVF einaferð enn fer at royna at siga henni upp, so er framvegis ikki løgfrøðiligt grundarlag fyri hesum. Heldur ikki við stuðli í teimum heilt serligu dómunum, sum Mentamálaráðið vísir til niðurstøðu sínari, sum møguligt grundarlag fyri at siga henni upp og samstundis bjóða henni annað starv uttan fyri hennara setanarøki, sigur advokaturin hjá Liljuni Weihe at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald