Uttanlands

Kríggið í Miðeystri er ein humaniter neyðstøða

Flóttafólkafelagsskapurin hjá ST vísir á, at fleiri hundraðtúsund fólk flýggja undan krígsgerðunum

Beirut í Libanon - ein av býunum, sum er mál fyri rakettir í miðeysturstríðnum (Mynd: EPA)

Beirut í Libanon - ein av býunum, sum er mál fyri rakettir í miðeysturstríðnum (Mynd: EPA)

2026-03-06 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flóttaflóttafelagsskapurin hjá ST, UNHCR, lýsir nú kreppuna í Miðeystri sum eina stóra humanitera neyðstøðu.

Tað sigur UNHCR-ovastin, Ayaki Ito, sambært Reuters á tíðindafundi í dag.

- UNHCR lýsir vaksandi kreppuna í Miðeystri at vera ein stór álvarslig neyðstøða, ið krevur, at okkurt verður gjørt í økinum beinanvegin, sigur Ito.

Næstan 100.000 fólk eru farin úr heimum sínum í Libanon, metir felagsskapurin. Eisini verður víst á, at fleiri tíggjutúsund sýrisk flóttafólk eru flýdd heimaftur um markið til Sýria.

Inni í Iran eru um 100.000 fólk flýdd hesar fyrstu dagarnar í stríðnum, segði Ito.

Hann upplýsir, at starvsfólk hjá neyðhjálpafelagsskapinum hjá ST hvønn dag fáa fleiri hundrað uppringingar frá iranum, sum biðja um hjálp.

Boðini frá UNHCR komu eftir at Ísrael byrjaði nýggj og umfatandi álop í sunnara parti av Libanon, og í sunnaru býarpartunum í Beirut.

Undan álopunum sendi ísraelski herurin boð til fólk um at fara til rýmingar, skrivar Ritzau.

Tað var leygarnáttina, at Ísrael og USA byrjaðu at leypa á Iran, sum stutt eftir svaraði aftur við álopum á Ísrael og amerikanskar herstøðir í Miðeystri.

Ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah, doyði í amerikansku og ísraelsku álopunum.

Mánadagin gjørdist Libanon eisini partur av krígnum, tá Hizbollah-militsin har, ið verður stuðlað úr Iran, sendi rakettir og dronur í hópatali móti Ísrael.

Hetta varð gjørt fyri at hevna ísraelska-amerikanska álopið á Iran og drápið á Khamenei.

Síðan hava partarnir áhaldandi bumbað hvønn annan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder