Innanlands

Koyrdi 85 kilometrar um tíman við Gøtugjógv

Bilførarin fær bót og skal taka koyrikortið av nýggjum. Ein maður úr Suðuroynni hevur meldað fyri hundabit og innbrot hevur verið í bingjum

2020-07-21 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan upplýsir, at í gjár varð ein bilførari tikin við Gøtugjógv. Viðkomandi koyrdi 85 kilometrar um tíman í økinum, har markið er 50 kilometrar um tíman. Bilførarin fær bót og skal taka koyrikortið av nýggjum.

Hundabit og innbrot í bingjum

Løgreglan hevur fingið tvær fráboðarnar um innbrot í bingjum. Tann eina var á Høgabóli, men hon var tóm. Hin bingjan, har innbrot hevur verið seinastu tíðina, var á Skipanesi. Har vórðu nakrar gassfløskur tiknar. 

Í gjár fekk løgreglan í Havn eina uppringing úr Suðuroynni. Tað var ein maður, ið boðaði frá (meldaði), at hann varð bitin av hundi, meðan hann var á fjalli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder