Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi fingu fimm bilførarar klipp, og ein misti koyrikortið.
Um morgunin var løgreglan uttanfyri Tofta skúla og kannaði ferðsluna, og har fingu tríggir bilførarar klipp fyri at koyra við barni, sum ikki var rætt íbundið.
Síðani vórðu ferðmátingar gjørdar, og har fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 71 kilometrar um tíman inni í Saltangará, meðan ein annar fekk klipp fyri at koyra 101 kilometur um tíman á Fuglafjarðarvegnum.
Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt á Fuglafjarðarvegnum. Hesin koyrdi so skjótt, at hann misti koyrikortið á staðnum. Hann koyrdi 132 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald