2018-08-13 07:54
Løgreglan gjørdi seinnapartin í gjár ferðamátingar á Oyggjarvegnum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra 97 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 80, og hann fekk tí bót.
Ein annar bilførari varð eisini tikin, og hesin koyrdi 124 kilometrar um tíman, har loyvt er at koyra 80. Bilførarin fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, sum merkir, at hann verður noyddur at taka koyrikortið av nýggjum innan tríggjar mánaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald