2026-10-14 16:48
Koyrilíkingini hava ikki verið serliga góð í dag.
Regn, vindur og skriðulop hava sett sín dám á samferðsluna - millum bygdir umframt bygdum og býum.
Les eisini: Eingin ferðsla í miðbýnum í Klaksvík
Sí eisini: Koyrandi aftur til Fuglafjarðar
Nakað eftir klokkan 15 boðaði løgreglan frá einum omanlopi millum Funningsfjørð og Funning, beint við innkoyringina til Funnings.
Farið var at rudda vegin, og Landsverk boðaði fyri løtu síðani frá, at nú er koyrandi á vegnum aftur.
Eingin fólkaskaði er fráboðaður í sambandi við skriðulopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald