Innanlands

Kostaði kommununi 127 milliónir krónur

Sunda kommuna skyldar 60 milliónir fyri skúlan - restin er goldið yvir raksturin. Hetta er gjørt greitt, eftir at fráfarandi býráð hevur havt sín seinasta fund, og at punktum nú er sett fyri stóru verkætlanini

Skúlin við Streymin lat utt miðskeiðis í oktober. Kommunan skyldar 60 milliónir  fyri skúlan - 10 milliónirnar verða goldnar aftur yvir 6 ár, og restin er longu goldið yvir raksturin (Mynd: sunda. fo)

Skúlin við Streymin lat utt miðskeiðis í oktober. Kommunan skyldar 60 milliónir fyri skúlan - 10 milliónirnar verða goldnar aftur yvir 6 ár, og restin er longu goldið yvir raksturin (Mynd: sunda. fo)

2020-12-30 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlin við Streymin varð vígdur og tikin í nýstlu eftir heystfrítíðina. Hann hevur verið kallaður "ein perla"og mangt annað, fyri at lýsa hvussu snøggur hann er innan og uttan. Men hann hevur sanniliga eisini kostað eitt sindur.

Eftir at alt nú er gjørt upp, eftir eyka býráðsfund og eykajáttan, so er nú greitt, at samlaði kostnaðurin we 127 milliónir., og at Sunda kommuna nú skyldar 60 milliónir krónur fyri skúlan. 76 milliónir fóru til bygging.

[object Object]
Mynd: Sunda kommuna

Hetta upplýsir heimasíðan hjá kommununi, har tað samstundis verður upplýst, at tær 10 milliónirnar verða goldnar aftur yvir 6 ár, og at restin er longu goldið yvir raksturin. 

Nú er býráðssetan av hjá fráfarandi býráðið, og fegnast verður um, at komið er á mál við stóru verkætlanini á góðan hátt:

- Býráðið hevur megnað at byggja hesa stóru verkætlan uttan at nærkast eini álíkning. Býráðsfundurin 28. desember var tann seinasti í hesi setuni og kann fráfarandi býráð við hesum fegnast um at endaligar avtalur eru gjørdar við allar partar viðvíkjandi Skúlanum við Streymin og at nú er punktum sett í hesi stóru verkætlan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder