Innanlands

Koronukanningar verða eisini í dag

Upprunaliga var ikki ætlanin at gera kanningar í dag, men stóri eftirspurningurin fær Sjúkrahúsverkið at tillaga upplatingartíðirnar – Kannað verður í Havn frá 15.30 til 17.30

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-27 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt út ímóti 7.000 kanningar fyri koronu um jólini, og framvegis er gravgangurin stórur. Tí verður aftur kannað fyri koronu á Eystaru bryggju í dag, sunnudagin, frá 15.30 til 17.30.

Sjúkrahúsverkið skuldi eftir ætlan ikki hava opið fyri kanningum í dag, men nú verða upplatingartíðirnar tillagaðar.

Í gjár, annan jóladag, vóru nógv og lótu seg kanna á Eystaru bryggju í Havn og onkur slapp ikki framat, sum annars hevði ætlað sær at lata seg kanna, skrivar Sjúkrahúsverkið í fráboðan.

Tey, sum ynskja at lata seg kanna á Eystaru Bryggju í dag, kunnu bíleggja sær tíð á corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder