Innanlands

Koronaváttan frá Thetis á telefonina

Nú ber til at fáa váttan fyri negativa koronukanning í Apple Wallet

2021-02-03 19:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyritøkan Thetis, sum ger PCR-kanningar fyri korona bjóðar nú kundum sínum at fáa váttan fyri negativa koronukanning í Apple Wallet.

- Nógv av okkara kundum eru fólk, ið skulu brúka eina negativa váttan í sambandi við arbeiði uttanlands. Tá er umráðandi, at ein verulig váttan fyri PCR-kanning er tøk. Tað hevur tíbetur gingið væl, og koronuváttanin frá Thetis hevur verið brúkt til flest lond í heiminum. Fyri at styrkja uppaftur meiri um trúvirðið hava vit nú fingið okkara koronuváttan í Apple Wallet, sum er ein váttan í sær sjálvum. Apple wallet er eitt nú kent fyri at hýsa nándgjald við telefonini og ferðaseðlar, skrivar Thetis í tíðindaskrivi.

- Ein góðkenning skal til fyri at fáa møguleika at brúka Apple wallet, og tí eru vit vorðin sannførd um, at váttanin frá Thetis er millum tær tryggastu á marknaðinum.

Skipanin er nú virkin, og øll tey, ið lata seg kanna hjá Thetis, fáa sjálvvirkandi leinki til at goyma váttanina í Apple Wallet

Andevnisváttan – tá ið ein er koppsettur
Í næstum verður váttan fyri andevnir eisini ment. Tað skal eitt nú brúkast, tá ið fólk eru koppsett. Tann, sum tá verður kannaður fyri andevnir, kann við andevniskanning frá Thetis fáa staðfest, um kroppurin hevur andevnir, og viðkomandi fær so eina váttan fyri tað. Samstundis verður upplýst, nær ein hevur fingið fyrru og seinnu koppseting.

- Tað er umráðandi at fáa samfelagið í gongd aftur, og næsta stig er koppseting, og har fara vit við andevniskanningum at kunna hjálpa fólki at prógva, at andevnir eru í kroppinum. Vit taka tó ikki støðu til, um koppsetingin virkar fyri koronu.

Í næstum verður eisini møguligt at fáa hesa tænastu til Google Wallet, ið fevnir um Huaway, Samsung og aðrar stýriskipanir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder