Innanlands

Koronakanningarnar hjá Sjúkrahúsverkinum halda fram

Yvirlit yvir nær Sjúkrahúsverkið ger koronakanningar hesa vikuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-27 23:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjúkrahúsverkið boðar í kvøld frá nær tey gera koronukanningar hesa vikuna.

Áhugin fyri at verða kannaður er stórur, og hesa vikuna verður eisini kannað í Skótahúsinum við Løkin.

Tíðirnar eru hesar

Klaksvík, á Víkarvegi
Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-11

Runavík, í Skótahúsinum við Løkin
Hósdagin kl. 9-11

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla
Mánadag og mikudag kl. 8-10
Fríggjadag kl. 9-12

Tórshavn, á Eirargarði
Gerandisdagar kl. 17-19
Leygardag kl. 13-15

Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í meðan opið er. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.

127.384 koronakanningar eru higartil gjørdar í Føroyum. Dagurin tá flest kanningar vórðu gjørdar var 7. august tá 4571 kanningar vórðu gjørdar.

 

placeholder
placeholder