Innanlands

Korona á løgreglustøðini: Tíggju starvsfólk í sóttarhaldi

Eitt starvsfólk hjá politinum er positivt við korona, og tí hevur fútin sent tíggju fólk í sóttarhald

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-07 11:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíggju fólk hjá løgregluni eru farin í sóttarhald. Tað upplýsir Mihael Boolsen, fúti, fyri útvarpinum fyrrapartin.

- Ein hjúnafelagi hjá einum starvsfólki var blivin smittaður, og viðkomandi starvsfólk er eisini blivið smittað. Og av trygdarávum eru fólk, sum hava verið í samband við starvsfólkið, send heim í sóttarhald, sigur Michael Boolsen.

Fimm fólk eru smittað við koronu í Føroyum í løtuni. Hin fimti er ein dómari, sum skuldi døma dystin millum Føroyar og Kekkia. Hini eru smittað av einum, sum varð staðfestur positivur 14 dagar eftir komu.

At tíggju fólk eru í sóttarhaldi, ávirkar ikki arbeiðið hjá løgregluni, vissar Michael Boolsen, fúti, um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder