Innanlands

Koppseta á Eysturoyar Apoteki framyvir

Í Klaksvík hevur verið koppsett á Norðoya apoteki síðani ársskiftið. Nú verður farið undir tað sama í Eysturoynni

2022-01-23 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frameftir verður koppsett fyri koronu á Eysturoyar Apoteki týsdagar og hósdagar.

Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá á korona.fo.

- Koppsetingin fer fram í samstarvi við Klaksvíkar sjúkrahus. Síðani ársskiftið hevur koppsetingin í Klaksvík verið á Norðoya apoteki, og samstarvið við Apoteksverkið hevur riggað væl. Nú verður eisini ein roynd gjørd á Eysturoyar Apotek, sum liggur á Mýravegi 6 í Runavík, sigur korona.fo.

Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder