Innanlands

Koppaði við kajakk á Leitisvatni

Ein útlendingur kom illa fyri á Leitisvatni fyrrapartin í gjár. Bjargingarliðið á flogvøllinum varð boðsent og bjargaði manninum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-16 08:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðini eru at halda seg innarliga, tá tú leigar kajakk á Leitisvatni, men ein útlendingur kom fyrrapartin í gjár illa fyri.

Onkursvegna var hann komin væl út á vatnið og var í neyð.

Av landi verður sæð, at maðurin roynir at stríðast móti aldunum og vindinum, og tí vórðu boð send eftir bjargingarliðnum á flogvøllinum.

Á flogvøllinum varð gjørt skjótt av, og bátur var settur út at taka mannin upp.

Sum skilst koppaði maðurin við kajakkini, og lá í vatninum í nakrar minuttir. 

Maðurin varð skjótt fingin upp, og koyrdur á Landssjúkrahúsið.

Alt spældi tíbetur væl av, og vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tá sjúkrabilurin var komin til Kollafjarðar, var kropshitin hjá manninum komin upp á 35 hitastig. Maðurin varð í gjárkvøldið útskrivaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder