Innanlands

Koplingarstøðin í Vestmanna eitt sindur seinkað

Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi vera klár at tikið í nýtslu í heyst, men so verður ikki – Støðin verður væntandi tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, sigur SEV

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-09-12 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir uppruna tíðarætlanini skuldi koplingarstøðin í Vestmanna staðið liðug í apríl í ár, og verið klár at tikið í nýtslu í heyst. Av ymsum orsøkum, m.a. koronatiltøkum, hevur tó verið neyðugt at dagføra hesa tiðarætlanina.

Kanjon er í ferð við at leggja seinastu hond á byggiarbeiðið, sum væntast at verða liðugt tíðliga í heyst, og væntandi verður støðin tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, skrivar SEV á heimasíðuna.

Umfatandi kaðalumleggingar og aðrar tillagingar skulu til, áðrenn spenningur verður sett á, og støðin verður tikin í nýtslu.

Nýggja koplingarstøðin kemur í staðin fyri verandi koplingarstøð á Válinum, sum skjótt hevur tænt fyri seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder