Mentan

Konsert við Taulov kirkes pigekor og Gøtu Kirkju Ungdómskóri

Kl. 16.30 í dag verður konsert í Gøtu kirkju

2022-10-15 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er Taulov kirkes pigekor í Føroyum m.a. fyri at vitja Gøtu Kirkju Ungdómskór, og í hesum sambandi hava kórini eina felags konsert seinnapartin.

Á konsertini, sum verður í Gøtu kirkju klokkan 16.30, verða tað gestirnir sum sleppa mest framat við sínum sangi, men Gøtu Kirkju Ungdómskór fer eisini at framføra nakað av tí, sum kórið arbeiðir við í løtuni, og er hetta eisini fyrsta framførslan hjá fleiri nýggjum kórlimum, skrivar kórið í tíðindaskrivi.

Taulov kirkes pigekor er eitt gentukór, sum oftast syngur til gudstænastur, men tó hevur kórið eisini havt fleiri konsertir gjøgnum árið.

Til konsertina seinnapartin fer kórið m.a. at framføra:

  • Pie Jesu, eftir Andrew Lloyd Webber
  • Jubilate Deo, eftir Nancy Cobb
  • Lyse nætter Arr. Philip Faber
  • Carl Nielsen: "Potpourri over danske sange" Arr. Lasse Toft Eriksen
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder