Mentan

Konsert, nótar og fløga við klavertónleiki eftir Paula í Sandagerði

Mánadagin 11. juli verður Summartónakonsert í Norðurlandahúsinum við Mattiasi Kapnas, klaverleikara, har skráin burturav verður kalvertónleikur eftir Paula í Sandagerði – Umframt hetta verður framløga av tveimum tónleikaútgávum við klavertónleiki eftir Paula – ein nótabók og ein fløga

2022-07-06 18:42 Author image
Innsent
placeholder

Mánadagin 11. juli kl. 15 verður Summartónakonsert í Norðurlandahúsinum við Mattiasi Kapnas, klaverleikara, har skráin burturav verður kalvertónleikur eftir Paula í Sandagerði.

Á konsertini verður eisini framløga av tveimum tónleikaútgávum, somuleiðis við klavertónleiki eftir Paula.

Nótabók
Onnur av nevndu tónleikaútgávum er nótabókin Pauli í Sandagerði: Klaververk í úrvali, sum nýstovnaða nótaforlagið Edition H. Eide gevur út. Úrvali fevnir um 16 klaverstykki - helvt um helvt ungdómsverk í klassiskt-romtantiskum stíli, sum Pauli komponeraði sum tannáringur í fyrru helvt av 1970'unum og so nýggjari verk í meiri modernaðum stíli, skrivað í tíðarskeiðnum frá 1994 til í ár.

Aftan fyri forlagið Edition H. Eide stendur Hugin Eide (bókavørður, fyrrv. filmsframleiðari og fyrrv. (og nú aftur núv.) forleggjari), sum fekk hugskotið til nótabókina í fjør heyst, tá hann kom fram á eitt kassettuband, hann fekk frá Paula einaferð í 1980'unum. Á bandinum var m.a. eitt klaverstykki við heitinum Fantasi nr. 4.

Nr. 4 ...?! Tað kundi ikki merkja annað enn, at so máttu eisini vera nakrar Fantasiir nr. 1, 2 og 3. Har var ikki annað at gera enn at ringja til Paula og spyrja. Jú, har var eisini ein Fantasi nr. 2 til skjals, men nummar 1 og 3 vórðu tíverri ongantíð skrivaðar niður og tískil horvnar úr minni tónaksaldsins. Men har vóru nótar til nógv onnur klaverstykki - eisini fleiri av ungdómsverkunum - og so kom bókavørðurin upp í bókavørðin: Hesi klaverstykki áttu at fingið størri útbreiðslu, áttu at verið til taks fyri ein og hvønn upp á nótar - bæði konsertpianistar og klavernæmingar og amatørar sum klimpra fyri afturlatnum hurðum heima í stovuni.

Við góðum stuðli frá Mentargrunni Landsins og Koda Kultur er nótaútgávan nú veruleiki og verður løgd fram á Summartónakonsertini hjá Mattiasi Kapnas. Bókin er 64 síður og í "røttum" nótaformati, tvs. eitt vet størri enn A4. Fremst í bókini er ein stuttur inngangur eftir Hans Paula Tórgarð.

Nótabókin við klavertónleiki eftir Paula í Sandagerði er fyrsta útgávan hjá Eidition H. Eide. Næsta útgáva, sum kemur í september í ár, verður eitt savn við nøkrum og tretivu løgum hjá Regini Dahl til svenskar yrkingar - fyri rødd og tann upprunaliga klaversatsin hjá Regini.

[object Object]

Fløga
Pauli tók beinan vegin undir við hugskotinum, ikki minst tí hann sjálvur var í ferð við at fáa Mattias Kapnas at innspæla hesi somu klaverstykki til eina fløgútgávu. Við fíggjarstuðli frá Mentanargrunninum, P/F Poul Michelsen, Koda Kultur, Gramex og Felganum Føroysk Tónaskøld, er nú eisini hendan útgávan - Ælaveður - veruleiki og verður somuleiðis løgd fram á konsertini í Norðurlandahúsinum.

Á fløguni eru 15 klaverstykki, og Tutl gevur út.

Pauli í Sandagerði verður til staðar á konsertini, sum er ókeypis.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder