Mentan

Konsert við Kóboykex og Jasmin í Keypmannahavn

Í kvøld fara tey at framføra á Nordatlantens Brygge, og leygarkvøldið verður konsert í Studenterhuset í Odense

2022-04-29 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld og í annaðkvøld fara tveir føroyskir bólkar á pall í Keypmannahavn.

Talan er um Kóboykex og Jasmin, sum klokkan 21 í kvøld fara á pall á Nordatlantens Brygge og í morgin framføra í Studenterhuset í Odense.

Kóboykex

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta staklag og videolag “Midnight Gale” er upptikið í ymiskum føroyskum bygdum í summar. Heiðrikur hevur leikstjórnað og klipt myndbandið, og Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur skulu spæla á G! og á Countryfestivalinum og siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini.

Jasmin

Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri gandakendu røddini hjá Jasmin.

Tá ein vinnur fyrstu heiðurslønina, fer ein at hugsa um byrjanarheld og døgnflugur. Men vinnur ein heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir Jasmin, so er tað góðska.

Til FMA 2020 vann Jasmin heiðurslønina ’’ársins útgáva’’ fyri debut EP’ina ’’I Know It’s Over’’ og heiðurslønina ’’ársins kvinnuligi sangari’’.

Við á palli hevur hon Bergur Fonsdal Johannesen, Vinjar Egilsnes Petersen og Harald Fonsdal Johannesen.

Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast á billetto.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder