Mentan

Konsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið

Hesaferð er tað Sct. Nicolajs drenge- og mandskor, undir leiðslu av Hedvig Dobias, sum kemur á vitjan hjá kórinum í Christianskirkjuni

2022-10-15 14:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið, 16. oktober, fær Kórið í Christianskirkjuni aftur áhugaverda kórvitjan.

Hesaferð er tað Sct. Nicolajs drenge- og mandskor, undir leiðslu av Hedvig Dobias, sum kemur á vitjan.

Kórið í Christianskirkjuni leggur fyri við nøkrum løgum, síðani framførir Sct. Nicolajs drenge- og mandskor verk eftir m.a. G.F. Händel, César Franck, Carl Nielsen, bert fyri at nevna nakrar.

Konsertin endar við stórum felagskóri á uml. 70 sangarar, har bæði kórini í felag framføra sálmin "Nu falmer skoven trindt om land".

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder