Innanlands

Kom illa fyri á Rossagøtuni

Bjargingartyrlan boðsend eftir persóni, ið ikki fekk gingið

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2021-02-04 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog varð seinnapartin í gjár boðsend eftir einum persóni, sum var komin til skaða í beininum oman fyri Heimasta Horn í Havn, upplýsir MRCC.

Sokallaða rossagøtan, ein vælumtókt gongugøta eisini, gongur her. Talan er um eina góðar fýra kilometra langa gøtu rundan um Fjallið og Lítla Fjall oman fyri Marknagil, vestan fyri Hotel Føroyar og ríðibreytina.

Komandi er ikki til økið við vanligum sjúkrabili, og tí varð tyrlan boðsend. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder