Mentan

Koks varðveitti Michelin-stjørnurnar

Tað hevur ikki ávirkað metingina hjá Michelin, at Koks er flutt til Grønlands. Men tað er "Koks við Leynavatn", sum fær stjørnurnar

Hóast Koks ikki longur hevur bústað frammi við Gjónna, so varðveitir matstovan sínar Michelin-stjørnur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Hóast Koks ikki longur hevur bústað frammi við Gjónna, so varðveitir matstovan sínar Michelin-stjørnur (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-07-04 20:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur ikki ávirkað tær báðar Michelin-stjørnurnar hjá matstovuni Koks, at hon er flutt frá Leynarvatni til Ilimanaq í Grønlandi.

Fyrr í kvøld vóru norðurlendsku Michelin-stjørnurnar fyri 2022 býttar út, og her kundi staðfestast, at Føroyar varðveittu sína tvey-stjørnaðu Michelin-matstovu, hóast hon er flutt av landinum.

Tí Koks er framvegis á listanum yvir tvey-stjørnaðar matstovur, og talan er um Koks við bústaði við Leynarvatn.

Í guide’ini verður sagt, at Koks hevur flutt bústað til Grønlands komandi tvey sumrini, men ætlar at flyta aftur til Føroyar í 2024.

Annars verður greitt frá, hvussu ein kann uppliva góðbitar í einum hjalli við vatnið fyri síðan at verða fluttur niðan í gamla bóndagarðin til stórfingnar og eksperimentarandi matupplivingar. Tað er sostatt upplivingin frammi við Gjónna, sum verður virðismett í ársins Michelin-guide, og ikki Koks í Grønlandi.

Afturat Koks eru tvær aðrar føroyskar matstovur eisini tiknar við í Michelin-guidena, tó uttan at fáa stjørnu ella ein sokallaðan Bib Gourmand.

Kortini fáa ‘avleggararnir’ hjá Koks, tær báðar matstovurnar í Gongini heima í Havn, Ræst og Roks, heiður við bara at verða tiknar við og fáa viðmæli í guide’ini, ið verður mett at vera tann tignarligasta millum nógvar guidir fyri tær bestu matstovurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder