Mentan

Koks nummar 21 í Evropa

Alchemist í Keypmannahavn vald til bestu matstovu annað ár á rað

2022-06-28 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Koks ikki longur er staðsett í Føroyum, er “Koks við Leynavatn” komið á ein fínan lista yvir bestu matstovur í Evropa, nevniliga listan, ið kallast OAD Europe Top-150.

OAD stendur fyri ‘Opinionated about Dining’, sum listar 150 tær bestu matstovurnar umframt at viðmæla aðrar matstovur, ið eru verdar at vitja.

Og Koks, ið, sum kunnugt, er flutt til Grønlands fyribils, er ikki einasta føroyska matstova, sum verður viðmæld.

Matstovan Barbara verður eisini viðmæld. OAD er soleiðis skipað, at 150 matstovur verða listaðar, og síðan eru tað aðrar, ið fáa eitt HR merki fyri “highly rocommanded” og aðrar, ið fáa eitt R fyri “recommanded”. Barbara fær eitt slíkt R.

Men ein kann seta spurnartekn við hvussu dagførdur hesin listin er. Tí Jákup Sumberg er skrásettur sum høvuðskokkur á Barbaru, hóast tað nú eru nøkur ár síðan hann gavst har.

Besta matstovan í Evropa sambært hesum listanum er Alchemist í Keypmannahavn, sum fær henda heiður annað árið á rað.

AOD-listin byggir á atkvøður frá yvir 6.000 matummælarum.

15 danskar matstovur eru millum 150 tær bestu, 8 svenskar, ein norsk og ein finsk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder