Mentan

Kóboykex við nýggjari útgávu

Kóboykex hátíðarheldur fyrstu LP sína, Wagon Wheels við útgávukonsert í OY leygarkvøldið, og við ókeypis framførslu í Tutl á Mentanarnáttini

2026-06-05 07:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Electro-western bólkurin Kóboykex hátíðarheldur fyrstu LP sína, Wagon Wheels, við útgávukonsert í OY, leygarkvøldið 6. juni.

Plátan er komin út í dag, á Mentunarnáttini í Havn. Hon er ein samanblanding av góðum gomlum country-western líkandi løgum, og einum meiri nýggjari elektroniskum ljóði.

Í sambandi við útgávuna, fer bólkurin at hava eina ókeypis útgávuframførslu í Tutl-handlinum á Mentunarnáttini kl. 17.

Leygarkvøldið 6. juni kl. 21 heldur Kóboykex síðani stóru útgávukonsertina í OY. Konsertin verður við fullari manning, har Heðin Ziska Davidsen á gittara, og Harald Fonsdal Johanesen á trummum. Og hvør veit, kanska víðagitna gulldaman Jessie (Sanna Bæk Hoydal) eisini verður at síggja?

Kóboykex er mannað av Sigmundi Zachariassen og Heiðriki á Heygum. Saman eru teir Kóboykex, nú við Wagon Wheels.

Wagon Wheels verður tøkt á stroymingartænastum og á LP plátu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder