Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Kranar verða settir upp á havnarløgunum

Talan er um kranar á fýra ymsum støðum, sum kunnu lyfta 500 kilo úti á 5 metrum. Tað eru serliga smærri útróðrarbátarnir, sum hava havt eitt ynski um, at slíkir verða settir upp

- Hetta er ein góð og ómakaleys loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

- Hetta er ein góð og ómakaleys loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-12-30 19:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brúkarar av havnarløgunum hava í longri tíð havt eitt ynski um, at smærri kranar verða settir upp, soleiðis at tað gerst lættari at fáa fisk á land. Tað eru serliga smærri útróðrarbátarnir, ið hava sett ynski fram.

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eftir ætlan verða kranarnir settir upp í samráð við teir brúkarar, ið eru á Stongunum, á vestara havnalagi, bátahylinum í Borðoyarvík og í bátahylinum í Árnafirði. Kranarnir kunnu lyfta 500 kilo úti á 5 metrum.

Talan er um eina loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder