Innanlands

Klaksvík: Hash og hashmix funnið í bili

Fitt av fólki hevur verið í býnum í nátt – Løgreglan hevur skrivað fleiri ferðslumál í nátt, umframt eitt møguligt harðskapsmál

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-14 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt kom løgreglan fram á ein bil, sum stóð stillur á einum parkeringsplássi í Klaksvík. Tá løgreglan kannaði nærri, vísti tað seg, at ein persónur sat og roykti hash inni í bilinum.

Løgreglan fann eisini hash og hashmix í bilinum, sum løgreglan legði hald á.

Viðkomandi er nú skuldsettur í málinum og kann vænta sær eina bót, sigur løgreglan.

Fleiri ferðslumál vórðu eisini skrivað í nátt. M.a. varð ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring í Kollafirði, og tvey mál vóru í Eysturoyartunnlinum.

Í eina førinum var talan um ein bilførara, sum tosaði í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi. Eisini koyrdi hann so seint, at ein lang røð av bilum koyrdu aftanfyri, sigur løgreglan.

Ein annar bilførari, varð hinvegin tikin fyri at koyra alt ov skjótt. Viðkomandi koyrdi 101 km/t, og tað fær hann klipp í koyrikortið fyri.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at fitt av fólki hevur verið í býnum í nátt, og at løgreglan hevur havt úr at gera við at hjálpa fullum fólkum. 

Eisini kannar løgreglan eitt møguligt harðskapsmál.

Tað var klokkan fýra í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan frá einum, sum var komin fram á ein mann, sum hevði skaðar í høvdinum.

Ógreitt er, hvat er hent. Maðurin hevði fingið nakað niðurum, og tí verður hann avhoyrdur seinni, tá hann er vorðin edrúur, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder