Innanlands

Klæmint Ludvig gevst vegna aldur

Klæmint hevur arbeitt hjá býargartnaranum síðan 1. mai í 1996.

2021-03-19 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgun var lítil samkoma, nú Klæmint Ludvig gevst vegna aldur. Klæmint er ein kend havnarmynd og byrjaði at arbeiða hjá býargartnaranum tann 1. mei 1996. Hann hevur sostatt 25 ára starvsdag nú sjálvan arbeiðaradagin.

Klæmint tók sær fyrstu tíðina av fríðkanini av býnum. Hann hevði ábyrgd av viðlíkahaldi av grønu økjum kommununnar, planting, lúking og sláing.

Eitt annað arbeiði, Klæmint varð kendur fyri, var at hann avloysti aktingarmannin hjá kommununi av og á, og tá tók hann upp leysgangandi djór í býnum og passaði tey í politivarðhaldinum úti í Vika.

Umframt tað hevur hann havt ábyrgd av at halda býarhegnið, hagaportur, býarbeinkir, trappur, pallar, stakitt og mangt annað.

Borgarstjórin helt røðu fyri Klæminti. Teir báðir kennast persónliga frá eitt nú kappróðri og sláa enn tunnu saman í róðrarfelagnum. Borgarstjórin handaði blómur og gávur.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder