Uttanlands

Kistan við Harald kongi komin á slottið

Nógv stóðu fram við vegnum og vildu síggja kistuna.

(Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-08-28 18:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kistan við Harald kongi var í kvøld flutt frá Ríkissjúkrahúsinum til kongshúsið í Oslo.

Ein rúgva av fólki stóð framvið vegnum og ynsktu Harald kongi farvæl. Tey nærmastu vóru í bilfylginum sum koyrdi aftanfyri líkbilin.

Harald kongur andaðist tíðliga í morgun 89 ára gamal.

Komandi dagarnar fer Harald kongur at liggja í opnari kistu og møguleiki verður hjá norðmonnum at síggja hann og biðja honum farvæl. Kongskrúnan, ríkissvørðið og kongsstavurin verða eisini løgd á børuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder