Uttanlands

Kistan við Harald kongi flutt av sjúkrahúsinum í kvøld

Seinni verður møguligt hjá almenninginum at síggja kistuna við norska konginum, sum andaðist í morgun.

Harald V kongur andaðist tíðliga í morgun, 89 ára gamal (Mynd: Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix)

Harald V kongur andaðist tíðliga í morgun, 89 ára gamal (Mynd: Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-28 17:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kistan við Harald kongi av Noregi verður flutt av Ríkissjúkrahúsinum til norsku kongsbrogina í Oslo klokkan 17.30 føroyska tíð, boðar norska kongshúsið frá.

Haakon kongur, Mette-Marit drotning, Ingrid Alexandra krúnprinsessa, Sonja drotning, Sverre Magnus prinsur, og Märtha Louise prinsessa fylgja børuni.

Fyrr í dag varð boðað frá, at norðmenn fáa høvi at síggja Harald kong í opnari kistu komandi dagarnar.

Sambært fleiri miðlum fer kistan at standa á einum palli í slotskapellinum í Oslo. Kongskrúnan, ríkissvørðið og konsstavurin verða eisini løgd á børuna.

Enn er ikki greitt, nær almenningurin fær høvi at síggja kistuna hjá norska konginum. Nærri kunning um hetta kemur á heimasíðuna hjá norska kongshúsinum.

Landasorg er lýst í Noregi fram til jarðarferðina hjá Harald kongi. Nær hon verður, er enn ikki greitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder