Hetta vikuskiftið verður Ljósfest í Vági á fjórða sinni, og tað verður Kirstin Strøm Bech, fyrrverandi borgarstjóri, sum setur ársins Ljósfest, boðar Vágs kommuna frá.
Kirstin Strøm Bech er fødd í Vági í 1956 og er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon var borgarstjóri í Vági frá 2005 til 2012.
Kirstin stillaði upp fyri Javnaðarflokkin og varð fyrstu ferð vald í býráðið í november 2004 og varð av býráðnum vald til borgarstjóra. Hon var borgarstjóri frá 1. januar 2005. Til valið í november 2008 varð hon afturvald og helt fram sum borgarstjóri eitt valskeið afturat. Kirstin Strøm Bech gjørdist stýrislimur í Kommunusamskipan Føroya, tá hon gjørdist borgarstjóri, hon var næstformaður frá 1. juli 2006 til 31. desember 2008.
Hon setir ljósfest 2024 á stóra pallinum klokkan 18:20 leygardagin 17. august.
Tað var í 2021, at Vágs kommuna, tá saman við SEV, gjørdi av at hátíðarhalda, at fyrsta el-verk í Føroyum, elverkið í Botni í Vági, gjørdist 100 ár. Seinni varð gjørt av at halda fram við hesum væleydnaða tiltakinum, og verður Ljósfest í Vági nú á fjórða sinni, skrivar Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald