
Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver fara aftur í ár í sambandi við summartónar, at framføra í Klaksvík og Fuglafirði.
Týsdag 17. juni kl. 20 spæla tær í Fuglafjarðar kirkju, og hósdag 19. juni kl. 19.30 spæla tær konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í mong ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari.Konsertvirksemi hennara er bæði her heima og uttanlands. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.
Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur óteljandi ferðir vitjað oyggjarnar, og hava tær saman spælt fleiri konsertir kring Føroyar.
Á skránni er fjølbroyttur tónleikur eftir m.a. Hándel, Tartini, Albinoni, Saint Saéns og Heifetz. Upprunaføroyskar tónar eru eftir Kristian Blak, Simona Eivindsdóttir og Laila Nielsen.
Konsertirnar eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald