Uttanlands

Kina sendir rakett upp á mánan

Endamálið er at senda tilfar aftur til jørðina - ætlanin er at senda fólk á mánan í 2022

Kinesiska rúmdarrakettin varð send út av Hainan í gjár (Mynd: EPA)

Kinesiska rúmdarrakettin varð send út av Hainan í gjár (Mynd: EPA)

2020-11-24 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kina hevur sent út rúmdarrakettina Chang’e-5, sum skal heinta steinar av mánanum. Rakettin varð send út frá rúmdarstøðini á oynni Hainan.

Hetta er fyrsta ferðin í yvir 40 ár, at eitt rúmdarfar skal heinta tilfar av mánanum. Um ferðin eydnast, gerst Kina sostatt triðja landið eftir USA og Sovjetsamveldið í 1960’unum og 70’unum, sum fremja slíka ferð.

Mánafarið fekk navnið Chang’e-5 eftir eini søguligari kinesiskari mánagudinnu. Chang’e-5 varð skotin út við rakettini við navninum Langi marchurin 5. Fleiri túsund fólk fylgdu við, tá rakettin varð skotin út frá tropisku oynni Hainan sunnast í Kina.

Tað er herurin, ið stendur fyri kinesisku rúmdarætlanini. Í fjør lendi mánafarið Chang’e-4 á skuggasíðuni á mánanum.

Málið hjá Kina er í 2022 at kunna senda út eitt mannað rúmdarfar til mánan. Í Kina ferða rúmdarfarar kallaðir fyri taikonautar. Fyri at hetta skal eydnast, skal ein enn sterkari rakett framleiðast.

Endamálið hjá Chang’e-5 er at savna tilfar og steinar fyri at fáa meira at vita, hvussu mánin varð til. Tilsamans tvey kilo skulu savnast í økinum á mánanum, ið kallast Oceanus Procellarum – stormanna hav.

Tilfarið, ið savnað verður, verður skotið aftur til jarðar í einum hylki, sum eftir ætlan lendir í Innara Mongolia í desember, skrivar Reuters.

Kina hevur fyrr gjørt tvær væleydnaðar lendingar á mánanum. Í 2013 og í januar í fjør.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder