Uttanlands

Kim Jong-un: Norðurkorea hevur rætt at senda herfólk til Russlands

Norðurkoreanski leiðarin sigur, at herfólkini, sum hava luttikið í bardøgunum í russiska Kursk-landslutinum eru hetjur

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-05-10 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea hevði rætt at leggja seg uppí kríggið í Ukraina, sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, sum kallar Russland fyri eina "bróðirtjóð".

– Okkara luttøka í stríðnum var rættvís, sigur Kim Jong-un.

Norðurkoreanski leiðarin leggur afturat, sambært Ritzau, at hann sær øll herfólkini, sum luttóku í bardøgunum í Kursk sum hetjur.

Í apríl váttaði Norðurkorea fyri fyrstu ferð, at landið hevði sent herfólk til russiak Kursk-landslutin at hjálpa russum, og at hetta var gjørt eftir boðum frá Kim Jong-un.

Suðurkoreanskar og ukrainskar fregnartænastur høvdu frammanundan boðað frá hesum, og vestanlond, harímillum USA, hava funnist at Norðurkorea og kravt, at landið steðgar við at senda herfólk til Russlands.

Úr ukraina verður hetta umrøtt sum ein álvarslig herðing av krígnum, meðan Kim Jong-un hinvegin heldur, at USA provokerar Russland við at senda pening og vápn til Ukraina.

Sambært ukrainum eru tilsamans 14.000 norðurkoreansk herfólk send til Kursk. Suðurkorea segði síðst í apríl, at umleið 4.700 norðurkoreanarar vóru dripnir ella særdir í krígnum millum Russland og Ukraina. Hvørki Norðurkorea ella Russland hava upplýst nøkur tøl.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder