Mentan

Kensluborin harri úr Sandavági í Ex on the Beach

Karl Weihe luttekur í nýggja umfarinum av donsku realityrøðini

Sandavágsingurin Karl Weihe (Mynd: Discovery+)

Sandavágsingurin Karl Weihe (Mynd: Discovery+)

2022-10-27 00:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

22 ára gamli Karl Weihe úr Sandavági luttekur í nýggja umfarinum av sendirøðini Ex on the Beach á Discovery+.

Í brellbita fyri nýggju sendingini lýsir Karl Weihe seg sjálvan sum kenslubornan.

- Eg elski at vera forelskaður. Tá eg verði forelskaður, eg eri heilt vekk. Eg klári ikki at stýra mær sjálvum, greiðir hann frá.

- Eg fari at droyma um gentuna, skrivi til hennara, alt fyri at fáa hesa hana. Eg práti um alt møguligt - børn og familju - sum eg helst ikki átti at tosa um. Tað forskrekkir bara.

- Men hvat er galið við at vera kensluborin, spyr sandavágsingurin.

Eisini greiðir hann frá, at hann gongur høgt uppí seg sín kropp, hár, og ikki minst sínar varrar, sum javnan verða smurdar við varrastift.

Upptøkurnar eru gjørdar, men enn er ikki kunngjørt, nær nýggja umfari av Ex on The Beach byrjar.

Ex on the Beach er eitt sindur øðrvísi enn aðrar realitysendinginar. Tað er eingin vinnari, og fleiri av luttakarunum, sum savnast í stórum summarhúsi í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder