Uttanlands

Kekkia: Tveir eyka frídagar til embætisfólk ið lata seg koppseta

– Eg havi ikki funnið aðrar mátar at eggja fólk til at lata seg koppseta, sigur kekkiski forsætisráðharrin, sum heitir á privatar fyritøkur um at bjoða starvsfólkunum tað sama

Andrej Babis hevur verið forsætisráðharri í Kekkia síðan 2017 (Mynd: EPA)

Andrej Babis hevur verið forsætisráðharri í Kekkia síðan 2017 (Mynd: EPA)

2021-07-31 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kekkiska stjórnin hevur samtykt eitt lógaruppskot um at geva embætisfólkum tveir eyka frídagar, um tey lata seg koppseta fyri koronu. Hetta er ein liður í ætlanini um at fáa fleiri at lata seg koppsetta.

– Eg havi ikki funnið aðrar mátar at eggja fólk til at lata seg koppseta. Summi fara kanska at halda, at hetta er órímiligt, men eg haldi tað vera rímiligt, sigur kekkiski forsætisráðharrin, Andrej Babis.

66 ára gamli Andrej Babis eigur eisini felagið Agrofert, og er hann ein av ríkastu persónunum í Kekkia. Babis heitir á privatar fyritøkur í landinum um eisini at bjóða teirra starvsfólkum eyka frídagar fyri at lata seg koppseta.

– Allir góðir arbeiðsgevarar vita, at tey skulu verja teirra starvsfólk. Annars enda teir við at hava sjúk starvsfólk í sóttarhaldi, og tað fer í síðsta enda at hava neiliga ávirkan á fyritøkurnar, sigur hann.

Uml. 4,7 av teimum 10,6 mió., sum búgva í Kekkia eru liðugt koppsett. Í landinum finst eisini ein lutfalsliga stór rørsla ímóti koppseting og koronatiltøk. Hon verður m.a. stuðlað av fyrrverandi forsetanum Vaclav Klaus, ið var forseti í árunum 2003 til 2013, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder