Innanlands

Kavaði einsamallur niður til mastrina á Olshanu

Um vikuskiftið var fyrstu ferð, kavarar vitjaðu vrakið av Olshanu, og í morgun kavaði Ingi Sørensen einsamallur niður til mastrina

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

2020-07-21 18:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 18. juli vóru fýra kavarar niðri á vrakinum av Olshanu, sum sakk á Flesjunum í 2007. Hetta var fyrstu ferð, at kavarar høvdu vitjað vrakið, sum liggur á 78 metrar dýpi.

Í morgun fór so enn ein kavari á vitjan – hesuferð bert niður til mastrina.

– Henda frálíka morgun kavaði eg einsamallur teir 47 metrarnar niður til mastina av Olshanu, sum sakk fyri 13 árum síðani, skrivar Ingi Sørensen á Facebook.

Les eisini: Kavarar vóru niðri á Olshanu

Niðanfyri síggjast m.a. myndir, kavarin tók á 47 metrar dýpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder