
- Meistarligi sangskrivarin fer at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum á Summar Festivalinum í august
Soleiðis lýsir Summar Festivalurin tað, tá nýggja navnið til
Tað er eitt ógvuliga kent navn í føroyskum tónleiki: Kári Leivsson, betri kendur sum Kári P.
Hann er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar og hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum, útgávum og framførslum.
- Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen. Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni Vælferðarvísur. Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin".
- Kári P hevur givið okkum sangir sum "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" og fleiri. Hann er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir.
Tað er harvið eitt stórt úrval av sangum, sum so nógvir føroyingar kenna, sum havnarmaðurin kann taka við sær til Klaksvíkar seint í summar: Sangir úr stóra sangskatti sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald