 
                
            Seinnapartin í dag fór russiski trolarin Karelia av Ánunum til Fuglafjarðar at bunkra. Síðani fer skipið úr Føroyum.
23 av teimum 30 umborð á skipunum, sum vóru kannaðir í sambandi við koronatilburðin har fyrradagin, hava fingið staðfest korona. Manningin telur 70 mans.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/07/25/gallery-thumbnail/11588146826874391948377366370256191634047596n.jpg) (Mynd: Esmar Klakstein)
(Mynd: Esmar Klakstein)
Manningin umborð hevur fingið greið boð um, at tað ikki er loyvt at fara út í býin at reika.
Og í Fuglafirði verður heldur ikki farið í land, og økið á keiini er avbyrgt.
Heilsumálaráðið upplýsti seinnapartin, at átta føroyingar hava verið í samband við russiska trolaran, og eru allir settir í sóttarhald.
Sambært Heilsumálaráðnum fer skipið aftur til fiskiskap, tá liðugt er at bunkra.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald