Uttanlands

Kapping um Atlantic-navnið

Enn eitt flogfelag við 'Atlantic' í navninum sær nú dagsins ljós - frammanundan kappast føroyska tjóðarflogfelagið um uppmerksemi við Virgin Atlantic og Norse Atlantic

2022-11-24 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at føroska tjóðarflogfelagið Atlantsflog, ið kallar seg Atlantic Airways úti í heimi, fær uppaftur størri kapping frá flogfeløgum, sum eisini hava ‘Atlantic’ í sínum navni.

Frammanundan er kapping um uppmerksemið frá bretska Virgin Atlantic og nýstovnaða norska flogfelagnum Norse Atlantic.

Og í vikuni bórust so tíðindi um eitt nýtt flogfelag, sum fer at bjóða bíligar ferðaseðlar til flogferðir tvørtur um Atlantshav. Fly Atlantic er navnið á nýggja flogfelagnum, sum hevur heimstað í Belfast í Norðurírlandi, skrivar CNN.

Ætlanin hjá Fly Atlantic er at fara undir regluligar flúgvingar í 2024.

Talan er um ein truplan marknað, sum fleiri flogfeløg fyrr hava brent seg á. Korona farsóttin elvdi eitt nú til at Norwegian mátti gevast við trans-atlantisku flúgvingini, og íslendska Wow Air fór eisini á húsagang í 2019. Eisini onnur flogfeløg hava brent seg við at bjóða bíligar ferðir um Atlantshav.

Ætlanin hjá Fly Atlantic er at flúgva úr Belfast til 35 ferðamál í USA og Kanada.

At byrja við verður flogið við seks smærri flogførum – helst Airbus A321 ella Boeing 737 MAX. Ætlanin er at víðka um flotan upp í 18 flogfør tey fyrstu fýra árini, skrivar CNN.

Í løtuni ber ikki til at flúgva um Atlantshav úr Belfast, og tað er ein av orsøkunum til, at fólkini handan Fly Atlantic valdu at staðseta seg í norðurírska høvuðsstaðnum eftir at hava kanna møguleikarnar fyri at brúka aðrar floghavnir í Bretlandi og Írlandi. Ætlanin nú er at menna floghavnina í Belfast til ein “hub” fyri teirra trans-atlantisku tænastu.

Flogfelagið hevur longu skrivstovu á flogvøllinum, og málið er eitt nú at skapa 1.000 arbeiðspláss, skrivar CNN.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder