Uttanlands

Kanningar vísa at George Floyd varð kvaldur

Løgreglufólkini trýstu niður á hálsin og ryggin í minst sjey minuttir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-02 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein óheft frágreiðing av deyða George Floyd í sambandi við ógvusligu handtøkuna í farnu viku vísir, at maðurin varð kvaldur.

Tað siga advokatar og rættarlæknar, sum arbeiða fyri familjuna hjá Floyd.

- Líkskoðanin vísir, at hann ikki hevði aðrar heilsutrupulleikar, sum kunnu vera orsøk til at hann doyði, sigur rættarlæknin Michael Baden sambært dpa tíðindastovuni.

Líkskoðanin vísir eisini, at trýstið niður á læknan, sum løgreglumaðurin Derek Chauvin gjørdi við knænum var orsøk til, at blóðrenslið til heilan støðgaði. Trýstið niður á ryggin gjørdi eisini, at Floyd hevði trupulleikar við at draga andan.

Tað segði advokaturin hjá familjuni, Ben Crump, á einum tíðindafundi í gjár, sambært AFP tíðindastovuni.

Familjan upplýsti eisini á tíðindafundinum, at George Floyd verður jarðaður 9. juni í Houston í Texas.

Kendi nevaleikarin, Floyd Mayweather, hevur átikið sær at rinda fyri jarðarferðina í Houston, har George Floyd búði sum ungur, skrivar Ritzau.

Sambært rættarlæknanum Michael Baden, vóru tað tveir løgreglumenn, sum trýstu móti rygginum og hálsinum hjá Floyd.

Talan er um eina frágreiðing, sum familjan hjá George Floyd hevur bílagt.

Hildin niðri í minst sjey minuttir
Upptøkur frá handtøkuni vísa, at løgreglumaðurin, Derek Chauvin, heldur knæið niður móti hálsinum hjá George Floyd í minst sjey minuttir.

Derek Chauvin er síðan skuldsettur fyri óviljað manndráp. Ongar skuldsetingar ella handltøkur eru enn framdar móti hinum trimum løgreglumonnunum, sum vóru við til handtøkuna í Minneapolis.

Í eini samrøðu við CNN í gjár segði Medaria Arrando, løgregluovasti í Minneapolis, at øll fýra løgreglufólkini, sum vóru við til at handtaka George Floyd eru ”samsek”.

Í gjár kunngjørdi rættarlækninin í Hennepin County í Minnesota eina frágreiðing. Her verður staðfest, at George Floyd varð dripin – á enskum verður sagt, at talan var um ’homicide’ – í sambandi við handtøkuna.

Í frágreiðingini stendur eisini, sambært CNN, at Floyd doyði orsaka av trpulleikum við hjarta og lungu og trýsti niður á nakkan. Kanningin hjá Hennepin County vísir eisini á, at George Floyd hevði tekin um hjartatrupulleikar, so sum æðrakálking, og at hann harafturat var eitraður av fentanyl eftir at hava tikið metamfetamin, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder