placeholder
Uttanlands

Kanning: Helvtin av veljarunum fara at fylgja Trump í nýggjan flokk

Um fyrrverandi amerikanski forsetin fer frá republikanarunum og stovnar sín egna flokk, ætlar helvtin av veljarum hansara framvegis at stuðla honum

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2021-02-22 08:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump kann helst vænta nógvan stuðul frá veljarunum, um hann fer frá republikanarunum og stovnar nýggjan flokk.

Tað vísir ein spurnarkanning, sum er gjørd av Suffolk University og miðlinum USA Today.

1.000 Trump veljarar, sum valdu hann á valinum í 2020, vórðu spurdir, og 46 prosent av teimum søgdu, at teir fóru at venda republikanska flokkinum bakið og í staðin fylgja Trump yvir í nýggjan flokk.

Hetta prógvar, at veljarar hjá Trump, framvegis eru trúfastir, hóast álopið á Kongressina 6. januar og ríkisrættarmálið, sum fylgdi hareftir.

Trump varð eisini fríkendur í hesum seinna ríkisrættarmálinum móti honum, men sjey av republikansku senatorunum atkvøddu saman við demokratunum um at døma hann sekan.

Leiðarin fyri republikanska minnilutan í Senatinum, Mitch McConnell, segði aftaná, hóast hann ikki sjálvur hevði atkvøtt saman við demokratunum, at Trump í roynd og veru kundi ábyrgdast fyri ófriðin í Kongressini, sum byrjaði, eftir at hann hevði hildið røðu fyri stuðulsfólkum sínum. Tá helt Trump m.a. fast við, at valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið, og segði hann seg ikki vilja góðtaka eitt tap.

Trump hevur síðani sagt, at McConnell er ein gamal livibreyðspolitikari, sum veljarar eiga at vraka, og fleiri av veljarum hansara tykjast at vera samdir í hesum.

Umleið helvtin av teimum, sum luttóku í kanningini hjá USA Today søgdu, at tey framvegis fara at stuðla Trump, hóast undirtøkan millum meira etableraðar republikanarar minkar.

Kanningin varð gjørd yvir fimm dagar, og óvissan er 3,1 prosent, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder