Stóð valið millum ES og USA, ynskja bert fimm prosent av grønlendingum tættari samstarv við USA, vísir nýggj meiningakanning, sum er gjørd fyri miðilin The Copenhagen Post.
65 prosent av teimum spurdu vilja heldur styrkja samstarvið við ES, meðan 29 prosent ikki hava tikið støðu.
610 fólk luttóku í kanningini, sum varð gjørd í tíðarskeiðnum 22. til 29 januar, skrivar Ritzau.
Grønland er ikki limur í ES men hevur áður verið limur í táverandi Evropeiska Felagsskapinum, EF men fór úr samstarvinum eftir fólkaatvøðu í 1985.
Seinasta árið hevur amerikanski forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð tosað um ynskið um at yvirtaka Grønland.
M.a. hevur amerikanski forsetin sagt, at hann ikki kann útiloka, at hermegi verður brúkt fyri at røkka hesum málinum, og hevur hann eisini hótt við at leggja toll á vørur úr londum, sum seta seg ímóti ynskinum hjá USA.
Trump hevur tó síðani sagt, at hann ikki fer at brúka hermegi móti Grønlandi, og eisini hevur hann tikið tollhóttanirnar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald