Innanlands

Kanna til bíðirøðin er burtur

Bíðirøðin hevur í allan morgun verið eftir Velbastaðvegnum og niðan móti kirkjugarðinum

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-05 12:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv vilja lata seg kanna fyri koronasmittuna, nú nýggir tilburðir eru staðfestir í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum hava tey sett fleiri fólk at pota.

- Okkara potarar arbeiða av øllum alvi at fáa kannað øll so skjótt til ber og hildið verður á til bíðirøðin er burtur, siga tey á Landssjúkrahúsinum.

[object Object](Mynd: Landssjúkrahúsið)

Í allan morgun hevur bíðirøðin verið allan vegin eftir Velbastaðvegnum niðan móti kirkjugarðinum.

Tey minna á ávísingina frá kommunulækna, áðrenn ein stillar seg í kø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder