Innanlands

Kanna næmingar og starvsfólk á Glasi í kvøld

Glasir boðar frá, at longu frá klokkan 19:30 skulu næmingar, sum ganga í flokki við smittaða næminginum og starvsfólk møta upp og vera kanna. Í morgin verða allir næmingarnir kannaðir

2020-09-20 18:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Øll undirvísing á Glasi er tikin av skrá í morgin, mánadagin 21. september. Frá týsdegnum verður øll undirvísing, har tað er gjørligt, framd á Teams. Mest sannlíkt er, at hendan støðan verður galdandi tað, ið eftir av vikuni.

Tað skrivar Glasir í boðum til næmingarnar í kvøld, nú myndugleikarnir óttast koronaútbrot í Havnini.

Landslæknin hevur í dag boðað frá, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Eitt av børnunum gongur her á Glasi. Landslæknin er ikki greiður yvir, hvaðani smittan stavar og um hon hevur spjatt seg. Tískil er avgerð tikin um, at allir næmingar og øll starvsfólk á Glasi eiga at verða kannað.

Longu í kvøld – frá kl. 19:30 og so leingi fólk eru í kø – verða næmingar, sum ganga í flokki við smittaða næmingin (hesir hava fingið boð) og øll starvsfólk á Glasi biðin um at møta til fyrru kannning av tveimum. Møtið við høvuðsdyrnar, sprittið hendur, haldið frástøðu og farið róliga oman í atrium, har kanningarnar verða framdar.

Frá mánadegnum verða øll á Glasi kannað. Kunning um, hvør skal møta til kanningar nær, verður send út seinni í kvøld, skrivar skúlin á heimasíðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder