Innanlands

Kann vænta sær stóra bót fyri oljudálking

Sløkkiliðið var í gjár boðsent tá oljudálking var í sambandi við bunkring av einum skipi á Vestaru bryggju. Ein persónur er skuldsettur fyri brotið

(Mynd: Us.fo)

(Mynd: Us.fo)

2026-08-01 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann gerast dýrt hjá tí, sum hevði ábyrgd av bunkring á Vestaru bryggju í gjár, sum ikki gekk sum ætlað. Nakað av olju fór á sjógv.

Sløkkiliðið varð boðsent og legði oljusperrir út. Løgreglan hevur skuldsett ein persón í málinum, og hóast talan ikki er um stórar mongdir, kann bótin vera høg.

Sum dømi fær ein 25.000 krónur í bót fyri at missa 50 litrar á sjógv. 500 litrar gevur 150.000 kr. og 1.000 litrar 250.000 kr. í bót. Er nøgdin oman fyri 1.000 litrar, verður bótin hækkað við støði í bótini fyri 1.000 litrar. Júst hvussu nógvir litrar eru farnir á sjógv, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini ikki at siga í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder