Uttanlands

Kærudómstólur: Tollurin hjá Trump er ólógligur

Amerikanski forsetin hevði ikki heimild at áseta flestu tollgjøldini, sum hann kunngjørdi í vár, er niðurstøðan hjá einum amerikonskum kærudómstóli – Umsitingin hjá Trump fer at kæra avgerðina til hægstarætt

Á tíðindafundi í vár legði Trump fram ætlanir sínar um at leggja toll á útlendskar vørur (Mynd: EPA)

Á tíðindafundi í vár legði Trump fram ætlanir sínar um at leggja toll á útlendskar vørur (Mynd: EPA)

2025-08-30 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flestu tollgjøldini, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur lagt á útlendskar vørur eru ólóglig, hevur ein amerikanskur kærudómstólur avgjørt.

Dómstólurin hevur tikið støðu til tollgjøldini, sum Trump hevur umrøtt sum revsitoll, á vørur úr fleiri londum. Samstundis hevur dómstólurin mett um tollgjøldini, sum í februar vórðu sett á vørur úr Kina, Kanada og Meksiko.

Í báðum førum er niðurstøðan, at Trump ikki hevur heimild at áseta hendan tollin, skrivar Ritzau.

Dómstólurin fer at lata tollin vera í gildi fram til 14. oktober, so umsitingin hjá Trump hevur møguleika at kæra avgerðina til hægstarætt, og sambært amerikanska løgmálaráðharranum, Pam Bondi er tað júst tað, sum umsitingin ætlar sær.

Sambært Pam Bondi er tað ein skeiv avgerð, sum kærudómstólurin hevur tikið, og Trump leggur dómstólin undir at vera partískur og sigur, at tað verður ein vanlukka fyri USA, um tollurin verður avtikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder