Innanlands

Juristar og annað skrivstovufólk hjálpa til á Glasi

Hjá Landsverki eru uppgávurnar ógvuliga ymiskar í hesum døgum. Glasir skal vera klárt í vikuni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-06 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skrivstovufólk hjá Landsverki taka eina hond í arbeiðnum, nú skúladepilin Glasir skal verða liðugur í vikuni. Byggileiðslan og ein juristur hjálpa til.

- Byggileiðslan á Landsverki arbeiðir dag og nátt fyri at seta upp og fáa møblar upp á pláss. Vit hava okkara jurist við eisini, segði Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki við útvarpið í gjár.

Hósdagin verða dyrnar latnar upp fyri almenninginum at síggja nýggja skúladepilin, og um tvær vikur flyta næmingar og lærarar inn.

Og alt verður gjørt fyri at fáa Glasir so liðugt sum møguligt.

- Umleið 120-150 hava verið til arbeiðis í miðal. Men nú móti endanum vildi eg mett at vit eru eini 250 fólk. Allar byggifyritøkur hava tikið tað, tær kunnu fáa, og her eru eisini fyritøkur úr Danmark, segði Evald Kjølbro við útvarpið.

Hann sigur eisini, at arbeitt verður til langt út á kvøldarnar og um vikuskiftini eisini.

Hoyr alla samrøðuna her

 

Les eisini: Myndir: Leggja seinastu hond á Glasir

placeholder
placeholder