Uttanlands

Julian Assange hevði ofta teldusníkar á vitjan

Forsetin í Ekvador sigur, at Assange lærdi teldusníkunum hvussu teir skuldu leiða Wikileaks

Julian Assange (Mynd: EPA)

Julian Assange (Mynd: EPA)

2019-04-17 12:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lenin Moreno, forseti í Ekvador, sigur, at Julian Assange ofta hevði teldusníkar á vitjan á ekvadoriansku sendistovuni í London.

Stovnarin av Wikileaks bjóðaði teldusníkunum á vitjan, har hann lærdi frá sær hvussu hesir skuldu leiða Wikileaks og geva upplýsingar víðari til Assange sjálvan.

Ein av teldusníkunum, sum vitjaði Assange var svenski Ola Bini. Moreno sigur, at Bini fleiri ferðir var á vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder