Juli er romantiskari enn hinir

Meðan 26. september er tann dagurin, har flest føroyingar verða bornir í heim, so er tað juli mánaði, sum er hin mest romantiski mánaðin

Huglagsmynd, gjørd við vitlíki.

Huglagsmynd, gjørd við vitlíki.

2026-07-26 14:49 Author image
Áron Vest
placeholder

Hagstova Føroya er í dag úti við einum hugnaligari uppslagi á teirra Facebook-vanga. 

Har verður nevniliga sagt, at juli er mest romantiski mánaði í árinum. Hetta kemst av tí, at 21% av teimum, sum velja at giftast, velja at gifta seg í juli mánaða. 

Hagstova Føroya skrivar, at seinastu 30 árini hevur fimta hvør vígslu verið í juli, og var hetta eisini galdandi í fjør. 

Sambært Hagstovuni, so eru august og desember næst- og triðbest umtóktir, meðan januar og februar hinvegin eru minst umtóktu mánaðirnir at giftast í.

Her sæst uppslagið hjá Hagstovu Føroya.

[object Object]Myndin, ið Hagstova Føroya deildi á uppslagi sínum. (Mynd: Hagstova Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder