Fyrsta kvøldið á Summar Festivalinum í Klaksvík í gjárkvøldið var ein føðingardagsveitsla av teimum betru. Í ár eru 20 ár liðin síðan stóri festivalurin “har hittini hittast” varð hildin á fyrsta sinni.
Og hetta varð feiðrað við eini jubileumskonsert á stóra pallinum, har tað var Jørgen Dahl, oddamaðurin í legendariska klaksvíksbólkinum Straight Ahead, ið var høvuðsattraksjónin.
Og Jørgen varð fagnaður á Vágsbøi, tá tað endiliga var hansara túrur. Og hansara framførsla av nýggja lagi hansara, “Watch Me I’m Free”, var veruliga eitt upplivilsi. Flottu videomyndirnar vóru at síggja á stóra bakteppinum, og Jørgen kom óvanliga væl frá sangframførsluni eisini.
Ikki bara Jørgen Dahl var fagnaður á pallinum eftir hesa løtuna, tað vóru eisini hinir limirnir í bólkinum, Archibald Black, Heri Ellingsgaard, Agnar Joensen og Edward Ziska. Kortini kendist tað løgið og tómt, at teir bara soleiðis vórðu róptir inn á pallin eina løtu, fyri síðan at verða koyrdir út aftur. Við undantaki av Archie Black, sum spældi ein góðan bass undir Straight Ahead løgunum, eins og guittarleikarin í Hjarnum, Graham Stewart, eisini fekk møguleika at vísa síni kynstur.
Karl Martin Samuelsen, sangari í Hjarnum, fekk eisini sínar løtur á pallinum – hevði eisini hug at stjala uppmerksemið frá Jørgen Dahl, men tað er vistnokk onki óvanligt í tí.
Vælspælandi party-orkestur
Nú mugu vit ikki gloyma orkestrið, sum var undir kønari leiðslu av trummusláaranum, Henning Hjalt Nicodemussen. Óvanliga væl samanspælt við Kristoffur Mørkøre á bassi, Magna Husgaard á tangentum og Paula Reinert Poulsen á guittara.
Og ikki at gloyma tær báðar fantastisku sangarinnurnar, Malan Eyðunsdóttir og Leila Carlsen.
Eitt ótrúliga vælspælandi party-orkestri á rættiliga høgum støði. Tað var eyðsæð, at tey høvdu fyrireikað seg væl til framførsluna. Og ljós og myndaframleiðslan á pallskíggjunum var framúr. Ein frægd at uppliva. Einasta lýtið var kanska, at vit, ið stóðu rættiliga aftarlaga á Vágsbøi ikki høvdu so gott ljóð. Til at fáa tess, er helst neyðugt at troðka seg longur oman móti pallinum.
Matti Matt var stóra stjørnan
Stóra stjørnan hetta kvøldið var tó íslendski dundurfréturin, Matthías Matthíasson – kallaður Matti Matt – ein tribute sangari á alheimsstøði, sum á ótrúligan hátt megnaði at framføra hvat tað skuldi vera, tá hittini, sum hava verið at hoyra á Vágsbøi skuldu framførast.
Um tað var Europe, TwistedSisters, Lukas Graham, Toto, Mika ella Scorpions. Matti kláraði alt.
Og tað kláraðu Leila og Malan sanniliga eisini. Roxette, Zara Larsson, Kim Wilde,. Ótrúlig talent.
Skitið, hjartaligt og nærverandi
Aðrir sangarar, sum fingu høvi til at framføra til føðingardagskonsertina vóru Lena Anderssen, John Watchorn, Guðrið Hansen og Ingi Poulsen. Undarligt, at Ingi Poulsen skuldi fáa lov at framføra øll síni hitt tá hini einans fingu ein ella tveir sangir. Í hesum høvdinum er tað ikki júst sangirnir hjá Inga Poulsen, sum eyðkenna tað, sum er hent á stóra palli á Vágsbøi hesi seinastu árini.
Ein annar, sum var at síggja á stóra pallinum var Benjamin Petersen, sum fekk heiðurin at spæla mandolin saman við írska fólkasangaranum Paul Watchorn, ið sang tveir kendar írskar sing-along-sangir, Molly Malone og Whisky in the Jar.
Frammanundan hevði ótrúliga dugnaligi Benjamin, sum á palli kallar seg Son of Fortune, byrjað tónleikin í tjaldinum uppi við fótbóltsvøllin. Skitið, men kortini hjartaligt og nærverandi. Benjamin er eitt listafólk av dimensjónum, sum alt ov fáir føroyingar enn hava fingið eygu og oyru upp fyri.
Sera dugnaliga Maria á Heygum byrjaði tað heila saman við pápa sínum, Ronnie Nielsen, við fittligum sangum á Torginum. Fantastiskar røddir - spell at tey ikki vóru betur fyrireikað til framførsluna.
Byrja aftur klokkan 19 í kvøld
Seinastu framførðslurnar á Summarfestivalinum í gjárkvøldið, Danny Baldursson, Kim Hansen og Faustix hoyrdu vit ikki. Heldur ikki Finn Koba, sum sang á Torginum undan føðingardagskonsertini.
Summarfestivalurin heldur fram í dag, byrjandi við Kára Fossdalsá í Tjaldinum klokkan 19, og síðani ein perlurøð av føroyskum nøvnum: 21KNM, Gudny & Co., Dania Tausen, Tintanest, Herborg Torkilsdóttir, Dynamitt, Adrenalin og at enda RSP, sum ikki koma á pallin á Vágsbøi fyri klokkan 3 í nátt.
Ófatiligt at festivalurin sleppur og tímir at halda á so langt út á náttina. Undarligt eisini, at tónleikurin ikki byrjar fyrr enn klokkan 19, tá Klaksvíkin er full av gestum í húsvognum, bátum, tjøldum og á bóli, sum hava tikið sær frí fyri at uppliva festivalin hetta vikuskiftið.
Høvuðsnavnið í kvøld er bretska poppstjørnan Olly Murs, sum trínir á stóra pallin klokkan 22.
Myndir: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald