Innanlands

Jørgen Niclasen hevur flaggdagsrøðuna í Runavík

Nes Sóknar Musikkfelag spælir, og skótarnir ganga skrúðgongu. Haldið verður í Skótahúsinum við Løkin klokkan 15. Mentanarvikan verður eisni sett í samband við haldi

2021-04-23 19:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum siðvenja er, verður Merkið heiðrað í Runavík flaggdagin 25. apríl. Í ár fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, at flyta fram røðu. Hornorkestrið - Nes Sóknar Musikkfelag – spælir, og skótarnir ganga skrúðgongu. Haldið verður í Skótahúsinum við Løkin kl. 15.
 
Árliga mentanarvikan verður hildin í næstu viku, og setanin er løgd saman við flaggdagshaldinum. Borgarstjórin setir mentanarvikuna.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett á flaggdegnum
 
Eftir setanina og flaggdagshaldið verður drekkamuður at fáa, og høvi verður at spæla tombola og kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder