Innanlands

Jónleyg tekur við aftur í morgin

Jónleyg Jespersen Bech verður aftur kommunustjóri á Tvøroyri

2018-07-31 12:45 Author image
Ari av Rana

Í morgin 1. august 2018 tekur Jónleyg Jespersen Bech við aftur sum kommunustjóri á Tvøroyri. Jónleyg hevur síðani 1. august 2016 verið í farloyvi í sambandi við víðari lestur í Danmark.

Hesi seinastu 2 árini hevur Henrik Weihe Joensen røkt starvið sum kommunustjóri á Tvøroyri sum avloysari fyri Jónleyg Jespersen Bech, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu síni.

Jónleyg Jespersen Bech er 40 ára gomul og er útbúgvin MSc í kultursosiologi. Jónleyg hevur 16 ára starvsroyndir í kommunalari umsiting harav 8 ár sum kommunustjóri.

placeholder
placeholder